Stjørnur og Dýraringurin - Astrologi
Written by Agnar Reinert
Føroyskt - Bloggur
Stjørnudýrkan er heilt frá fornari tíð. Í gamla Bábel, var stjørnudýrkan vanlig, og flestu nøvnini á stjørnubíløtunum eru helst frá enn eldri tíð. Enn í dag hava mong menniskjur ta trúgv at stjørnurnar ávirka okkara lív og lagnu. Tí eru langir teigar í nógvum bløðum við “horoskopum” sum siga frá hvussu stjørnurnar ávirka, fyri dagin og komandi dagar. .Enntá kongar og forsætisráðharrar spyrja um ráð hjá stjørnutíðarum (astrologum) .
Men Guds orð sigur okkum at hetta er avgudadyrkan, og tí forboðið í Móselógini:
“Táíð tú lyftir eygum tínum móti himli og sært sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himmalsins, varða teg tá, at tú letur teg ikki dára, so tú tilbiður og dýrkar tey - tey, ið HARRIN Gud tín hevur givið øllum tjóðum undir øllum himlinum! 5.Mós.4.19
Her síggja vit at stjørnurnar eru givnar øllum menniskjum sum stendur í 1. Mos..1.14 - 18
“So segði Gud: "Ljós skulu verða á himmalhválvinum til at skilja dag frá nátt; tey
skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár; og tey skulu vera til ljós á himmalhválvinum, at lýsa á jørðini." Og so varð; Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar. Gud setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðini, at ráða yvir degnum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott”
Hetta var og er Guds ætlan við øllum stjørnunum, sólini og mánanum.
Men Ísrael var ikki lýðið boðum HARRANS:
Tey blakaðu øll boð HARRANS Guds síns frá sær og gjørdu sær stoyptar myndir, tveir kálvar; tey gjørdu sær eisini Asjerur, tilbóðu allan her himmalsins og dýrkaðu Ba’al. - 2. Kong. 17.16.
Esaias profetur sigur:
Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum - lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma! Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um! Es.47.13-14
Hin gudsóttandi kongurin Josias, reinsaði burtur alt sum hoyrdi til avgudadyrkan –stjørnudýrkan burtur, sum abbi hansara Manasse og Amon faðir hansara og aðrir kongar,høvdu villeitt fólkið at dýrka. tí tey skuldu bert dýrka HARRAN GUD.
So segði kongurin við Hilkia, høvuðsprestin, og prestarnar, ið næstir vóru undir honum, og duravaktararnar, at teir skuldu fáa út úr templi HARRANS øll amboðini, ið gjørd vóru til Ba’al, Asjeru og allan her himmalsins; hann læt so brenna tey uttan fyri Jerúsalem á markunum við Kidron, og øskuna av teimum læt hann bera til Betel. 2.Kong. 23.4
Fyri slíka avgudadyrkan kom revsing yvir Ísrael fleiri ferðir og Jeramias profeterar um ógudiligar kongar og stórmenn og prestarnar:
Tá - sigur HARRIN - skulu teir taka bein judakonga, bein judahøvdinga, bein prestanna, bein profetanna og bein teirra, sum í Jerúsalem búgva, úr grøvum teirra og breiða tey út undir sólina, mánan og allan her himmalsins, sum tey elskaðu og dýrkaðu, hildu seg til, spurdu til ráðs og tilbóðu; tey skulu ikki verða savnað saman og ikki jarðað; tøð á markini skulu tey verða. Og tey skulu fyrr vilja doyggja enn liva, øll tey, ið eftir verða av hesi óndu ætt - allastaðni har sum Eg havi rikið tey - sigur HARRIN Gud herskaranna. Jeram.8.1-2
Profetarnir ávaraðu fólkið:
Eg skal rætta út hond Mína móti Juda og móti øllum, sum í Jerúsalem búgva, og Eg skal týna av hesum staði alt tað, ið eftir er av Ba’al, nøvn avgudaprestanna saman við prestunum, tey, sum á tekjunum tilbiðja her himmalsins, tey, sum tilbiðja HARRAN og svørja Honum trúskap, men samstundis svørja um kong sín,(HARRAN). Zef. 1.4-5.
Stefanus tekur til profetorð Amos :
Tá vendi Gud Sær frá teimum og gav tey yvir til at dýrka her himmalsins - sum skrivað er í bók profetanna: "Mundu tit, hús Ísraels, bera Mær fram sláturoffur og onnur offur 40 ár í oyðimørkini! Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds - myndirnar, ið tit gjørdu tykkum at tilbiðja. Tí skal Eg flyta tykkum burtur, longur enn til Bábylon. Ap. 7.42-43
Í Nýggja Testamenti er frásøgn um eina stjørnu sum teir vísu menn sóu. Teir komu helst úr einum landi í Miðeystri, har jødar vóru spjaddir og hesir menn hava verið kendir við profetorð sum ísraelskir profetar høvdu sagt, um ein Messias, ein kong jødanna sum koma skuldi. Matt.2.1-2. Eitt profetorð er í G.T. um eina tjørnu sum Bileam sigur:.
Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær - upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael.
Men hetta var jú eitt serligt profetorð, um Frelsaran sum koma skuldi.
Í N.T er Jesus kallaður Morgunstjørnan. 2. Pæt.1.19, Op.2.28, og 22.16.
Ongastaðni í Bíbliuni er sagt at vit skulu tilbiðja ella taka ávaring ella ráð frá stjørnunum
Tí er tað líkt gamlari pátrúgv táíð summir siga at evangeliið er at síggja í stjørnunum,
Og tað er ein sera vandamikil leið at gera evangeliskar útleggingar eftir stjørnunum. Hetta er ikki í Bíbliuni. Orð Guds sigur:
"Ikki út um tað, sum skrivað stendur!" - fyri at eingin av tykkum skal blásast upp, fyri einum og móti øðrum.. 1.Kor.4.7.
Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! 1. Pæt.4..11.
Tí vit eru ikki slíkir - sum so mangir - at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi. 2.Kor.2.17.
